Skip to content
Home » Úrtak frá Felagskappingina

Úrtak frá Felagskappingina

Styrkilyfting

26. og 27. november varð Felagskappingin, hon var hildin til niðri í ítróttahøllini í Finsen. Hetta er fyrstu ferð at Burn Athletics stendur fyri einari kapping, ið ikki var 1-kamp.

Kapping var hildin innanfyri Vektlyfting og Styrkilyfting, og sigast kann, at tað gekk heilt væl.

Leygardagin var Styrkilyfting á skránni. Í alt vóru tað 9 luttakarir, 7 menn og 2 kvinnur. Bæði kynini kappaðust í einum bólki. 

Kappingin hjá monnum var sera tøtt, serliga um heiðursmerkini, tað var soleiðis at eingin plasering var komin í hús, fyri tað síðsta lyfti var lyft. Petur Sigurd á Túgvu endaði á einum bronsu heiðursmerkið, við 71,07 IPF GL stigum. Samstundis sum hann setti trý føroysk met í Sub-Junior (U18) bólkinum. Tað var Andri Dam sum vann sær silvur heiðursmerkið, hann vann sær 72,03 IPF GL stig, hann lyftið samstundis tað tyngsta rættstøðulyfti, ið er met góðkent, ið var 265kg, sum er lyft í nýggjari føroyskari søgu. Gull vinnarir á degnum gjørdist Alexandur S. Jacobsen. Hann fekk 72,22 IPF GL stig, og hann setti fleiri met, millum annað var eitt bonkpress á heili 165kg, ið er tað tyngsta bonkpressi ið er lyft.

Hjá kvinnum vóru tað tvær ið kappaðust. Marta í Lágabø vann sær silvurheiðursmerkið við 61,16 IPF GL stig, hetta er heilt fitt av stigum. Tó nakað aftanfyri vinnaran. Hetta er ikki eitt vánaligt úrslit av Martu, men heldur eitt heilt øgiliga gott úrslit hjá Kinnu. Hon fekk heili 90,65 IPF GL stig. Hetta er ikki nakað vit síggja hvønn dag, tí hetta er nemliga nokk av stigum, at vinna sær, gull í NM, silvur í EM og eitt 4. pláss í HM.

Vektlyfting

Sunnudagin var Vektlyftingin hildin. Tað serstaka við hesari kappingini var, at allir luttakarir komu úr Styrkifelganum Stoyt. 

Hjá monnum var tað Pól Hendrikur Andreasen, ið vann sær bronsuna. Hann fekk øll 6 lyftini góðkend. Hann lyftið ikki nakað met, tó fekk hann persónligt met í Vend & Stoyt við 124kg.

Niels Áki lyftið seg til eitt silvur heiðursmerkið. Hann fekk eisini 6 útav 6 lyft, og so setti hann met í 67kg klassanum, við 113kg í Vend & Stoyt. Gulli fall hesaferð til Leif á Bøgarði. Hann lyftið 103kg trekk, tíverri fekk hann ikki 107kg heim við. Í Vend & Stoyt skuldi hann lyfta 136kg fyri at vinna, so tað var tað hann royndi. Hann vendi tí, og stoyti so uppum høvd. Beint eftir hoyrdi man so orðini, “Tað gekk” frá  Niels Juel Arge ið var viðmerkjari. Føroyskt met og gull til Leif.

Hjá kvinninum var tað 3 luttakarir, og tað var ein rímiliga tøtt kapping. Barbara úr Kalbak, lyftið næstan til sítt allarbesta. Hon fekk 5 útav 6 lyftum, við 121kg í tveykamp og 144,7 Sinclair stig. Hon setti stór persónlig met, og tók seg heili 17kg fram ímun til hennara bestu kapping áður. Hon fekk nøkur føroysk met undir kappinginga, men Julia og Barbara bardust, fyri at vita hvør fekk metini heim við. Julia lyftið tó eitt sindur meira hesaferð, hon fekk 127kg og 150,5 stig, 1stk persónligt met og eitt silvur heiðursmerkið rundan um hálsin. Vinnarin á degnum gjørdist Asta Egilstoft Nielsen. Hon fekk nevnliga 116kg í tveykamp, og 153,7 stig. Hetta var eisini nokk hjá henni at kvalifisera seg til DM ið verður í Mars.

Vit síggja framstig fyri hvørja kapping, og gleða okkum nógv til tær komandi kappinganar.

Enn einaferð, takk til Burn Athletics fyri at kunna skipa fyri Felagskappingina 2022.