Skip to content
Home » Ítróttagreinir

Ítróttagreinir

Ítróttargreinar

Olympisk Vektlyfting – Weightlifting – explosivar kompleksar samskipaðar heildarrørslur

Vektlyfting, ella olympisk vektlyfting sum tað eisini verður nevnt, snýr seg um at lyfta eina vektstong upp av gólvinum og uppum høvd. Talan er um tvey lyft. Fyrra lyfti eitur ”Snatch” (trekk) og seinni lyfti eitur ”Clean and Jerk” (vend og stoyt). Í ”Snatch” verður stongin lyft av gólvinum og uppum høvd í einari rørslu. Í “Clean and Jerk” verður stongin lyft fyrst av gólvinum upp á akslar (Clean). Harfrá verður stongin lyft uppum høvd (Jerk). Kappast verður bæði í hesum einstøku lyftum og í samlaða úrsliti av báðum lyftum, t.e. samlaða vektin, sum er lyft í  ”Snatch” og ”Clean and Jerk”. Í bæði ”Snatch” og í “Clean and Jerk” hevur lyftarin tríggjar royndir, har besta úrsliti av teimum trimum royndunum telur.

Sum í øllum skipaðum ítrótti eru lógir og reglar fyri hvussu farast skal fram. Tað ber til at lesa meir um hesar á fylgjandi leinkju: https://www.iwf.net/doc/Technical&CompRules2009-2012.pdf

OL lyft eru ”funktionellar” rørslur, har fleiri kropslutir og liðir arbeiða sum ein heild í tí at fremja eina samlaða rørslu. At skjóta ein fótbólt, at kasta, at leypa, at rógva osv er eru funktionellar rørslur. OL lyft er sera góð grundvenjing í mun til alskyns ítróttargreinar, har, har styrki, fimi og kropssamskipan hevur týdning fyri ítróttarliga avrikið.

Styrkilyfting – Powerlifting – grundleggjandi styrki

”Powerlifting” (styrkilyft) umfatar 3 mátar at lyfta eina vektstong. Tey trý lyftini eru í hesari raðfylgju: ”Squat” (knæbend), ”Benchpress” (bonkpress) og ”Deadlift” (rættstøðulyft). Í ”Squat” stendur íðkarin uppi við stongini á herðunum og skal við henni bukka knø og mjadnar inntil mjødnin er niðanfyri knøðini. Síðani skal íðkarin reisa seg uppaftur. Í bonkpress liggur íðkarin á einum, til endamáli gjørdum bonki, og hevur stongina í hondunum. Stongin er tá omanfyri íðkaran. Stongin skal førast niður á bringuna og uppaftur. Í ”Deadlift” skal stongin lyftast uppav gólvinum og førast upp inntil íðkarin stendur við stongini við strektum ørmum, rættari bringu og herðabløðum í rættstøðu og við strektum hoftum. Í øllum lyftum, squat, bonkpress og deadlift, hevur íðkarin trý lyft, har tað besta úrslitið telur.

Meiri nágreiniligar reglur um powerlifting kunnu lesast á hesari leinkjuni: https://www.powerlifting.sport/

Styrkilyft er góð grundvenjing/stuðulsvenjing til funktionell styrkiavrik og aðra ítrótt har styrki tænir avrikinum og kann vera skaðafyribyrgjandi.

Kúlulyfting – Kettlebell

Kettlebell er ein stoypt kúla við einum hondtaki. Hendan kúlan er eitt amboð sum kann brúkast at venja við og eisini eru serligar kettlebell kappingar á altjóða stigi. Í hesum kappingum eru hesar rørslur: “Snatch” og “Clean and Jerk” (Jerk). Hetta eru somu grundrørslur sum í OL lyftum. ”Snatch” verður gjørt við einari kúlu meðan “Jerk” kann gerast við einari ella tveimum kúlum. 

Kettlabell kappingargreinar eru hesar: Biathlon, long cycle og snatch. Í øllum greinum kappast íðkarin í 10 minuttir og skal gera so nógvar endurtøkur sum gjørligt í hesar 10 minuttirnar. Í Biathlon skal íðkarin gera “Jerk” í 10 minuttir, síðani pausu í 1 tíma og til endans “Snatch” í 10 minuttir. Í Long Cycle skal íðkarin gera “Clean and Jerk” í 10 minuttir. Í “Snatch” skal íðkarin gera Snatch í 10 minuttir.

Meir kann lesast um kettlebell her: https://www.iklf.org/

Kettlebell er funktionell rørsla, har konditión eisini hevur stóran týdning fyri ítróttaravrikið.

Rørslumegi – Crossfit

Rørslumegi er ein grein, har vant og kappast verður í ymiskum rørslum. Tikið verður úr ymiskum ítróttargreinum so sum vektlyfting (bæði powerlyfting og olympiskari vektlyfting), klassiskum fimleiki, inniróðri og renning. Harafturat vera kettlebell og kroppsvekt venjingar eisini gjørdar. Kappast verður altíð í fleiri ymsum rørslum og í ymsum endurtøkum, summatíð fáar, summatíð nógvar. Rørslustandardir eru innan allar tekniskar rørslur. Altíð eru avbjóðingar innan styrki, fimi og úthaldni/orku, íðkari skal vera væl fyri í øllum. Kappingarnar eru skipaðar soleiðis 1) at gera eina ávisa ”arbeiðsnøgd” so skjótt sum gjørligt (For time) ella 2), at gera so stóra ”arbeiðsnøgd” sum gjørligt innan ávísa tíð (AMRAP – As Many Rounds As Possible). Til tíðir skal íðkarin gera eitt so tungt lyft sum gjørligt í onkrari grein, oftast innan OL lyft (1RM).

Meira kann lesast um rørslumegi her: https://www.crossfit.com/

Rørslumegi er funktionell venjing, við stórari variatión og har konditión eisini hevur stóran týdning fyri ítróttaravrikið.