Í mai 2022 samtykti løgtingið løgtingslóg nr. 80 frá 2022.
Lógin krevur at venjarir og onnur ið hava beinleiðis og regluligt samband við børn undir 15 ár sum liður í starvinum, skulu vísa eina reina barnaváttan til felagið. Ásetingin er orðað soleiðis:
§ 4. Um eitt starv ella ein uppgáva ber í sær beinleiðis og regluligt samband við børn undir 15 ár, ella um tann, ið settur verður, sum liður í starvinum ella uppgávuni, fær møguleika at koma í beinleiðis og regluligt samband við børn undir 15 ár, hevur arbeiðsgevari skyldu til at útvega sær eina barnaváttan sambært § 2, áðrenn viðkomandi verður settur í starv ella verður settur til uppgávuna, sbr. tó stk. 4.
Øll lógin kann lesast her: Løgtingslóg nr. 80 frá 6. mai 2022 um barnaváttanir
Onnur kunning og oyðiblaðið til innsavnan av barnaváttan kann lesast her: https://politi.fo/barnavattanir