Við at fylla kappingarloyvi út, váttar tú at tú heldur galdandi reglur hjá ÍSF og teimum altjóða sambondunum, sum Føroya Styrkisamband virkar undir, umframt kanningar fyri doping sambært hesum reglum.
Um tú skiftur felag, er neyðugt at fylla nýtt kappingarloyvið út.
Fulla navn á íðkara *
Føðingardagur * Skriva føðingardag sum dd.mm.áááá – punktum verða sett sjálvvirkandi.
Teldupostur hjá íðkara *
Telefonnummar hjá íðkara *
Bústaður hjá íðkara *
Býur/bygd *
Um íðkarin er yngri enn 18 ár:
Navn á verja
Telefonnummar hjá verja
Teldupostur hjá verja
Felag * Vel felagBurn ÍðkararFullPower KúlulyftMegingjørðStyrkifelagið StoytTrúðheimurÍF Tvørmegi
Sum limur í einum felag undir Føroya Styrkisamband (FSS) vátti eg, at eg havi yvirhildið og frameftir fari at yvirhalda galdandi anti-doping reglur hjá ÍSF og teimum viðkomandi altjóða sambondunum, sum FSS er limur í.Eg játti at lata meg kanna fyri doping, bæði í og uttanfyri kapping. Noktan at lata urin- ella blóðroynd verður roknað sum brot á anti-doping reglunar.Verði eg funnin sekur í broti á anti-doping reglunar, játti eg at endurrinda FSS allar útreiðslur, sum sambandið hevur havt av mær seinastu 12 mánaðarnar undan brotinum, herundir útreiðslur til ferðing, venjingarlegur, útgerð, stuðul og annað. Somuledis verða føroysk met, sum eg havi sett eftir undirskrift av hesum skjali, strikað.Ósemjur millum meg og FSS um tulking alla fremjan av hesum skjali, herundir spurningar um endurgjald og aðar skyldur sambært skjalinum, kunnu leggjast fyri gerðarætt sambært teimum reglum, sum tá eru galdandi. Hvør partur útnevnir ein gerðarættarlim innan 14 dagar eftir fráboðan frá hinum partinum. Gerðarættarlimirnir velja síðani ein óheftan uppmann. Hvør partur rindar útreiðslurnar til sín gerðarættarlim, meðan FSS rindar samsýning og møguligar útreiðslur hjá uppmanninum og í samband við gerðarættarviðgerðina.
Eg játti at lata meg kanna fyri doping.
Eg játti at endurrinda FSS allar útreiðslur frá seinastu 12 mánaðunum undan brotinum, um eg verð funnin sekur í broti á anti-doping reglunar.
Eg játti at fylgja galdandi anti-doping reglum hjá ÍSF og teimum viðkomandi altjóða sambondunum, sum FSS er limur í.
Eg játti, at FSS kann goyma eitt eintak av kappingarloyvinum.
Umboðan fyri Føroyar: Um íðkarin skal umboða Føroyar ella Merkið, til eina kapping, so er krav at hava eitt virkið og fullfíggja "Antidoping 1 - for idrætsudøvere" skeið. Skeiðið kann gerast á hesi síðuni: https://uddannelse.antidoping.dk/. Skal íðkarin eisini skráseta whereabouts, so er eisini krav at hava eitt virkið og fullfíggja "Whereabouts - en guide for atleter" skeið. ADD-skeiðið gongur út eftir tvey ár. Er hetta ikki fullfíggja, sleppur íðkarin ikki at luttaka til kappingar umboðandi fyri Føroyar, ella undir Merkiðnum.
Eg játti, at eg havi lokið skeiðið „Antidoping 1 – for idrætsudøvere", áðrenn eg umboði Føroyar og Merkið í altjóða kapping. Verði eg biðin um at skráseta whereabouts, játti eg eisini at taka skeiðið „Whereabouts – en guide for atleter".
Ikki fyll hetta út
Lat kappingarloyvi inn