Tað er krav at øll sum eru fylt 18 ár, sum skulu vera við í almennum styrkikappingum, hava tikið grundskeið um anti doping.
Umframt tað, er krav at allir íðkarir á landsliðinum hava tikið skeiðið.
Skeiðið tekur 30-40min. Her er eitt sindur at lesa, onkur filmstubbi og spurningar har man kann testa sína vitan.
Endamálið er verða kunnaður um evnið – man dumpar ikki.
FSS fylgir við hvør hevur tikið skeiðið. FSS sær einki um hvat luttakarar hava svarað, einans um skeiðið er tikið.
Vegleiðing um, hvussu skeiðið skal takast, sæst niðanfyri.