Í morgin, leygardagin 4. desember kl 14:00 í Tvørmegi, fara vektlyftarar at kappast í árligu jólakappingini, sum samstundis er fyrireiking til kapping uttanlands.
Føroysku vektlyftararnir hava havt stóra framgongd hetta seinasta árið, sum tað sást bæði í Føroyaleikunum og við donsku meistarastevnuna.
Næst á skránni er norðurlendska meistarastevnan fyrst í komandi ári. Vant verður fram til kappingina undir leiðslu av roynda danska venjaranum Frank Petersen.
Kappast verður eftir reglunum hjá altjóða vektlyftarasambandinum IWF. Vinnararnir av kappingunum verða funnir eftir Sinclair-stigum, tvs tvørtur um vektbólkar.
Kunning um kappingarreglur og limaskap er at finna á www.sff.fo. Styrkifelag Føroya skipar fyri kappingini. Innviging er kl 12:00 í Tvørmegi.
Fyri at kunna luttaka í kappingina í morgin ella vera áskoðari, krevst koronapass ella negativ pcr-roynd yngri enn 72 tímar.