Góðu tit
Vit í Styrkisambandi Føroya bjóða til fundar fríggjadagin 7. mai kl 16. Fundurin verður í ÍSF á Frælsinum 30.
Skrá
Skráin er sambært viðtøkum felagsins á https://fss.fo/vidtokur
* Val av fundarstjóra.
* Frágreiðing nevndarinnar fyri farna árið.
* Framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar.
* Val av nevndarlimum og tiltakslimum.
* Val av grannskoðara.
* Innkomin mál.
* Ymiskt.
Vinarliga
Heini Hátún
Formaður