Skip to content
Home » Føroyskir vektlyftarar til kapping í Slagelse

Føroyskir vektlyftarar til kapping í Slagelse

Fleiri føroyskir vektlyftarar vóru við, tá XL Cup 2026 varð hildið hjá AK Atlas í Slagelse.

Hjá kvinnunum hevði Maibrit Reynheim Petersen eina sera góða kapping. Hon lyfti 80 kg í trekk og 100 kg í vend og stoyt, sum gav henni 180 kg í tvídysti og 226,91 Sinclair-stig. Við hesum vann Maibrit tí samlaðu kvinnukappingina.

Herborg Eyðnudóttir Justinussen fekk 60 kg í trekk og 69 kg í vend og stoyt, meðan Ronja Henrietta Dam Jacobsen lyfti 60 kg og 78 kg. Røskva Streymoy fekk 50 kg í trekk, men mátti tíverri stegða áðrenn vend og stoyt.

Hjá monnunum kappaðist Pól Hendrikur Andreasen, sum fekk 73 kg í trekk og 86 kg í vend og stoyt, og sostatt 159 kg í tvídysti, og eitt 5. pláss.

Samstundis varð XL Cup Junior 2026 hildið, har føroyska Elin Maria Rapa var við. Hon lyfti 40 kg í trekk og 55 kg í vend og stoyt, sum gav 95 kg í tvídysti og eitt 2. pláss í gentukappingini.

Sostatt vóru seks føroyskir lyftarar á pallinum í Slagelse, við fleiri góðum úrslitum og enn fleiri kappingarroyndum í viðførinum heim við.