Á ársaðalfundinum stóðu tveir nevndarlimir fyri vali, Anna Kristina Norðberg Niclasen og Jákup Súni Berg. Anna Kristina stillaði ikki upp aftur.
Jákup Súni Berg helt fram sum nevndarlimur, og Niels Áki Mørk stillaði upp til tóma nevndarsessin, har tað bleiv einmælt samtykt.
Rói Hjaltalin, Gudmundur Danielsen og Maibrit Reynheim Petersen halda fram sum tiltakslimir.
Sostatt er nýggja nevndin mannað av Heina Hátun, Niels Áka Mørk, Niels Juel Arge, Jákup Súna Berg og Sonna Eliassen
Tiltakslimir eru Rói Hjaltalin, Gudmundur Danielsen og Maibrit Reynheim Petersen.
Vit vilja takka Onnu Kristinu fyri hennara arbeiði, og vit eru vís í, at hon fer at menna ítróttin á annan hátt.
Tað komu nøkur uppskot inn, fyri at broyta uppá kappingarreglugerðina í vektlyfting. Her kunnu tit síggja uppskotini, hvørji komu ígjøgnum og hvørji fullu.
Øll reglugerðin kann síggjast her.
Frágreiðing nevndarinnar fyri farna árið, kann síggjast her:
Ársroknskapurin kann síggjast her: