Skip to content
Home » Anna Kristina og Niels Áki endurvunnu FM-gullið

Anna Kristina og Niels Áki endurvunnu FM-gullið

Framgongdin innan vektlyfting er øgilig. Fleiri enn 50 nýggj met vórðu sett, tá FM-kapping varð hildin leygardagin

Undirtøkan innan vektlyfting hevur verið góð, síðani ítróttin varð endurstovnað fyri trimum árum síðani.

Hetta var eisini sjónligt, tá FM-kapping var á skránni leygardagin. Hesa ferð kappaðust 17 íðkarar, og sjálv kappingin varð hesa ferð hildin í høllini á Finsen, sum var at kalla fullsett.

Flest kvinnur

Fyrstar at kappast vóru kvinnurnar, sum hesa ferð vóru níggju í tali. Fleiri av teimum, sum kappaðust hesa ferð, vóru blaðungar, og tí kunnu vit rokna við stórum framstigum komandi árini.

Enn mugu hesar tó hyggja langt eftir Annu Kristinu Norðberg Niclassen, sum vann ein greiðan sigur. Anna Kristina lyfti ávíkavist 77 og 97 kilo í trekk og vend & stoyt, og tað gav henni sigurin í sínum vektflokki umframt samlaða sigurin, har lyftini verða roknað í mun til kropsvekt eftir sonevnda Sinclair-stiganum.

Nummar tvey gjørdist hesa ferð Jenny Persson. Jenny vann FM-kappingina í fyrraárið, men síðani hevur hon verið í barnsburðarfarloyvið. Longu nú er hon tó heilt nær við tey lyftini, sum hon megnaði tá, og spennandi verður at fylgja við framgongdini hjá henni komandi árini.

Hjá monnunum var talan um sera tætta kapping um samlaða gullmerkið. Niels Áki Mørk, Pól Hendrikkur Andreasen og Leif á Bøgarði eru allir sera javnir, og tað var ikki fyrr enn eftir seinasta lyftið í kappingini, at tað stóð greitt, hvør skuldi hava gullmerkið.

Seinasta lyfti átti Leif á Bøgarði, men hann fekk ikki tey 133 kiloini upp um høvd, og so kundi Niels Áki staðfesta, at hann endurvann gullmerkið frá í fjør.

Sinclair-stigini hjá Niels Áka vóru 282, og tað er persónligt met, men Leif hevur áður vunnið sær 284 stig, so eingin ivi er um, at kappingin millum teir trígjar er knallhørð.

Fleiri enn 50 met

Sermerkt fyri kappingina var, at sera nógv nýggj met vórðu sett. Nógvir ungir luttakarar vóru í kappingini, og tí gjørdist talan um nógv met í ungdóms, junior og U-23 bólkunum, men eisini hjá teimum vaksnu var talan um fleiri met.

Bara 12 ára gamla Embla Bjarkhamer setti nýggj met í 55 kg flokkinum. Tað sama gjørdi Asta Egilstoft Nielsen í 59 kg-flokkinum hjá kvinnum.

Hjá monnum setti Niels Áki Mørk nýggj met í 67 kg-flokkinum. Pól Hendrikkur Andreasen setti nýggj met í trekk og tveykamp í 73kg-flokkinum, og so sett Niels Juel Arge eisini met í 109kg +. Niels Juel var ein av undangongumonnunum, tá vektir vórðu lyftar her á landi í 80’unum. Í dag lyftir hann ikki heilt so nógv, sum hann gjørdi tá í tíðini, men fyri tað skulu yngri menn arbeiða hart, um teir skulu kappast við hann. Hesa ferð lyfti hann 85 kg í trekk og 116 í vend & stoyt, og í báðum førum var talan um nýtt føroyskt met.

Úrslit frá kappingini kunnu síggjast her: urslit.styrkisamband.fo