Skip to content
Home » XXIV Steypakappingin International Cidade de La Coroña Spania – 3. juli 2021.

XXIV Steypakappingin International Cidade de La Coroña Spania – 3. juli 2021.

Ein fantastisk altjóða debut fyri føroyska vektlyfting.

Vektlyftararnir Maibrit Reynheim Petersen – Anna Kristina Niclasen, báðar í 71 kg bólkinum og Pól Hendrikur Andreasen í 73 kg bólkinum lyftu øll uppá sítt besta til stóru kappingina, sum hevði luttakarir frá londum sum Ungarn – Slovenia – Spania – Portugal – Danmark – Týsklandi. Sjálvt um tað ikki gav heiðursmerkir, so bleiv tað til persónlig met, og føroysk met fyri øll trý.

Anna Kristina bleiv fyrsta kvinna í Føroyum at lyfta 100 kg í stoyt. Við eini flottari seriu á 72 – 76 – 80 kg í trekk og 92 – 96 – 100 kg í stoyt, og total á 180 kg, harvið føroyskt met í øllum trimum, bleiv tað til eitt flott 5 pláss.

Maibrit Reynheim Petersen setti persónlig met í sama vektbólki sum Anna Kristina, og við 6/6 góðkendum lyftum, bleiv tað til 63 – 66 – 69 kg trekk, 80 – 84 – 87 kg stoyt og total á 156 kg.

Pól Hendrikur Andreasen ætlaði ikki at stilla seg í skuggan á kvinnunum, og tá hann fór á pallin var tað aftur føroysk met sum vóru sett, 87 kg í trekk og total á 197 kg. Ein roynd á 114 kg í stoyt, sum hevði verið føroyskt met, var sera tætt við at eydnast, men bleiv kolldømt 2-1 av dómarunum.

Venjarin Frank Petersen gleðir seg yvir gongdina í føroyskum styrkiítrotti, og tað at man longu hevur eina kvinnu ið lyftur yvir 100 kg stoyt til kapping, týðir uppá eina bjarta framtíð. Ein stórur mílasteinur fyri føroyska vektlyfting.