Skip to content
Home » Venjingarnar til fyrsta FM í rørslumegi kunngjørdar

Venjingarnar til fyrsta FM í rørslumegi kunngjørdar

Venjingarnar til fyrsta FM í rørslumegi eru nú kunngjørdar. Kappingin verður 2. og 3. oktober 2026.

Tann formliga FM-kappingin er fyri einstaklingar, har fyrstu føroyameistararnir í rørslumegi skulu finnast. Fyri at luttaka í einstaklingakappingini skal íðkarin umboða eitt felag undir Føroya Styrkisambandi.

Síðuleypandi verður eisini skipað fyri einari toymiskapping fyri toym við einum manni og einari kvinnu. Krøvini í toymiskappingini eru nakað lægri, soleiðis at kappingin er atkomulig fyri fleiri.

Venjingarnar eru nú tøkar, so luttakararnir kunnu byrja fyrireikingarnar til kappingina.

Tilmeldingin ferð fram á https://www.kappingar.fss.fo/MeldaTilKapping

Tilmeldingarfreistin er 25. september 2026.