Skip to content
Home » Venjingarlega í vektlyfting 3.–6. desember

Venjingarlega í vektlyfting 3.–6. desember

Í døgunum 3.–6. desember skipar Føroya Styrkisamband fyri venjingarlegu í vektlyfting. Yvir fýra dagar verða fimm venjingar í Bylgjuni, Burn Klassik, Tvørmegi og Yndi.

Landsliðsvenjarin Frank Petersen og Niels Áki Reinert Mørk standa fyri venjingunum. Venjingarlegan er eitt gott høvi at menna sína lyftitøkni, fáa vegleiðing og venja saman við øðrum íðkarum.

Tað er ókeypis at luttaka, men fráboðan er neyðug, so vit kunnu fyrireika okkum.

Fráboðan og møguligir spurningar kunnu sendast til Niels Áki Reinert Mørk á telefon 223336.

Skráin fyri venjingarleguna sæst niðanfyri.