Farna vikuskifti vóru Føroyaleikir á skránni. Tað var Styrkifelagið Stoyt, sum fekk ábyrgdina at skipa fyri teimum trimum kappingunum, sum vórðu hildnar.
Fríggjadagin var styrkilyfting á skránni. Her vóru tey heilt tungu lyftini lyft; beinbend, bonkpress og rættstøðulyft. Hendan kappingin var serlig, tí at samstundis sum at kappast var í Føroyaleikum, so var hetta eisini fyrsta FM-kappingin í styrkilyfting. Harumframt var tað fyri fyrstu ferð gjørligt at seta føroyskt met í styrkilyfting.
Kappast var eftir IPF frymlinum, sum er ein háttur at javnseta lyftarar tvørtur um vektklassar. Soleiðis varð tað gjørligt hjá lættaru lyftarum at kappast ímóti teimum tyngru.
Vinnararnar í styrkilyfting gjørdust Rógvi Sørensen úr Burn Athletics og Vár Guriardóttir Hansen, ið endurvann Føroyaleikirnar. Tey settu bæði føroysk met við lyftunum. Tað gjørdist ongantíð nøkur serlig spennandi kapping um fyrsta plássið í kappingunum, tó varð heilt spennandi um 3. plássið hjá monninum, har “lættvektarin” Tóki Strøm yvirhálaði tann sterka Bjarna Nielsen í síðsta lyftinum. Umframt hetta vóru tað fleiri met ið eisini blivu skrásett.
Leygardagin varð kappast í vektlyfting, ið er tann mest framkomna greinin undir Styrkisambandinum. Hetta var tann 7. vektlyftara kappingin í Føroyum og luttakaratalið hækkar til hvørja kapping. Hetta eru vit sera fegin um, og vit síggja fram til eina stóra kapping í 2024, tí NM skal haldast í Føroyum.
Júst sum allar hinar kappingarnar ið eru hildnar, so var hendan eisini avgjørd við Sinclair frymlinum, ið javstillar allar lyftarar tvørtur um vektklassar.
Vinnarin hjá monnunum gjørdist Leif á Bøgarði, sum aftur í ár tryggjaði sær gullið á Føroyaleikum. Tó var sera spennandi kapping um 3. Plássið.
Hjá kvinnunum gjørdist tað Barba Jansdóttir, ið tók gullið við heim. Hetta varð ikki avgjørt fyrrenn allarsíðsta lyft. Julia Jacobsen settið 75kg á vektstongina, ið hevði verið føroyskt met við heili 12kg. Julia vendi tí lætt, tó gjørdist hetta ov drúgt at stoyta yvir høvd.
Fleiri met vóru sett, millum annað fekk 12 ára gamla Embla Bjarkhamar úr Burn Athletics heili 33kg í trekk og 47kg í vend&stoyt. Hetta kann sigast at verða tað mest hugtakandi úrslitið á degnum.
Sunnudagin var síðsta greinin hjá okkum avgreidd, nevnliga kúlulyfting. Hesaferð vóru tað 10 luttakarar við, og allir kappaðust í Long Cycle greinini.
Hetta er møguliga tann minst umrødda styrkigreinin vit hava, tó er tað hendan greinin føroyingar hava klára seg best í. Sonni Eliassen, hevur bæði verið heimsmeistari og Evropameistari.
Júst sum hinar styrkigreinirnar, so varð kappast í mun til kroppsvektina hjá persónum, í kúlulyfting verður hædd tó eisini tikin fyri, hvussu nógv kg luttakarin hevur valt at kappast við.
Vinnarin hjá monnunum gjørdist, ikki óvæntað, Sonni Eliassen. Maðurin sum vigaði 67,7kg lyfti 2x28kg vektir yvir høvd 72 ferðir. Hjá kvinnunum var klári vinnarin Unnur Sjúrðardóttir Fonn. Hon hevði 41 endurtøkur við 2x20kg kúlum.
Styrkisambandið vil takka øllum luttakarum og fjepparum at gera tiltakið í ár so gott sum tað bleiv. Mest av øllum vilja vit takka Styrkifelagnum Stoyt fyri at hava skipað fyri einum so væleydnaðum tiltaki.
Øll úrslit og met kunnu síggjast á https://urslit.styrkisamband.fo