Skip to content
Home » Tríggir vektlyftarar hava fingið úrvalsstuðul

Tríggir vektlyftarar hava fingið úrvalsstuðul

Aftur í ár eru fleiri umsóknir fyri stuðul til úrvalsíðkarar hjá FSS gingnar á møti. Í fjør fekk Maibrit Reynheim Petersen 40.000kr í stuðli, meðan Niels Áki Mørk fekk 75.000kr. Stuðulin hevur tænt teimun væl í 2023. Maibrit vann FM, umframt DM fyri fyrstu ferð, og var sera tætt við heiðursmerki til NM fyri vaksin, meðan Niels Áki gjørdi reint borð og vann FM, DM og NM.

Í ár hava bæði tvey fingið 75.000kr. 

Pól Hendrikur Andreasen fekk fyri fyrstu ferð játtað úrvalsstuðul. Pól Hendrikur vann DM í Trekk, og gjørdist eisini Norðurlendskur Meistari. Hann fær eisini 75.000kr í stuðli.

Styrkisambandið hevur havt sera stóra menning, og tað er ikki ein sjálvfylgja at síggja íðkarar á einum so høgum støði longu nú. Vit í Styrkisambandinum eru sera fegin fyri stuðulin, ið okkara íðkarar hava fingið. Brúkið stuðulin skilagott.

ÍSF skrivar soleiðis á heimasíðu teirra.
– – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – –

Nevndin í Úrvali hevur játtað 21 umsóknum umboðandi 10 ítróttagreinar stuðul til úrvalsítrótt í 2024

Á hvørjum ári metir nevndin í Úrvali um, hvussu úrvalsítrótturin skal stuðlast. Í ár fáa 21 umsóknir játtandi svar, og tað eru umsóknir bæði til einstaklingar og lið. Samanlagt er talan um stuðul til 16 einstaklingar og 5 lið.

Íðkarar og lið umboðandi 10 ítróttagreinar fáa stuðul úr Úrvali í 2024. Hetta eru íðkarar og lið frá taekwondo, fimleiki, badminton, bogaskjóting, flogbólti, frælsum ítrótti, styrki, súkkling, svimjing og hondbólti. 5 ungir íðkarar/lið fáa stuðul úr Úrval umvegis bólk 3. Hesi eru flogbóltur U16/17 gentir og dreingir, fimleikur Ronja Johannesen, hondbóltur U06 menn, badminton Ranja Joensen og ungir úrvalssimjarar.

Nevndin í Úrvali staðfestir eina góða gongd innan úrvalsítróttin, sum ber boð um, at føroyskur ítróttur sum heild er í stórari menning.

– Ítróttaárið 2023 hevur verið hendingarríkt. Vit kunnu staðfesta, at støðið hjá okkara íðkarum er hækkandi. Vit síggja væl skikkaðar umsøkjarar, og tað tykist sum, at hópurin av skikkaðum umsøkjarum økist alsamt. Tað er gleðiligt, sigur nevndin í Úrval.

37 umsóknir komu inn um úrvalsstuðul í 2024, og søkt var um tilsamans 6,2 milliónir krónur.

Nevndin í Úrval