Skip to content
Home » Styrki og vekt- lyfting í DM vikuni, í Aalborg

Styrki og vekt- lyfting í DM vikuni, í Aalborg

Farna vikuskiftið varð stóra tiltakið DM Ugen 2023 hildið í Aalborg, Danmark.

DM Ugen hevur seinastu árini verið í Aalborg í Juni mánaða. Hetta er eitt stórt ítróttartiltak, har nógvar ymiskar ítróttagreinar verða samlaðar sama stað og kappast verður um at blíva danskur meistari.

Tríggir føroyingar luttóku í kappingini.

Pól Hendrikur Andreassen og Niels Áki luttóku í vektlyfting. Kappingin varð skipað á tann hátt at kappast var í liðum við somu kynum. Hvørt lið hevði fýra luttakarar og stillaði AK Atlas upp við Pól, Niels Áka og tveimum danum.
Hetta var fyrstu ferð í nógv ár, at mannfólka liðið hjá AK Atlas hevði kvalifiserað seg til kappingina og var hon sera hørð. Tað endaði við einum flottum 5. plássi av 6 liðum.

Niels Áki lyfti 94kg í trekk og 111kg í vend og stoyt, umframt eina misseyndaða roynd til føroyskt met áljóðandi 116kg í seinna lyftinum.

Pól fekk sær 93kg heim við í trekk og 116kg í vend og stoyt. Hann hevur sett sær sum mál at náa NM kravið, tó gjørdist hann ov stuttur hesaferð.

Úrslit frá kappingin kunnu síggjast her: https://urslit.styrkisamband.fo/wlcompetitions

Í styrkilyfting, var ein føroyingur við, nevnliga Ári Thorvaldsson Lutzen.

Hetta er fyrstu ferð vit síggja ein føroying verða við til DM Klassik, og úrslitið gjørdist eitt 10. pláss.

Ári fekk 220kg í beinbend, 152,5kg í bonkpress og heili 270kg í rættstøðulyft. Flott Ári!

Komandi vikuskifti fara Niels Áki og Pól aftur í eldin, hesaferð í Spania, saman við trimun øðrum føroyingum.