Leygardagin 28. november verður aftur kappast í styrkilyfting, tá ið Burn Athletics skipar fyri steypakapping í hølunum hjá Burn Klassik í Tórshavn.
Átta íðkarar eru tilmeldaðir kappingina, og vit gleða okkum til eina spennandi kapping við einari sterkari uppstilling.
Í styrkilyfting verður kappast í trimum greinum: squat, bonkpress og deadlift. Hvør íðkari hevur tríggjar royndir í hvørjari grein, og besta góðkenda lyftið í hvørjari grein verður lagt saman til eitt samlað úrslit.
Steypakappingin er eitt gott høvi hjá íðkarunum at royna seg undir kappingarumstøðum, seta nýggj persónlig met og síggja úrslitið av venjingini seinastu tíðina.
Innvigingin verður frá kl. 11:00 til 12:00, og sjálv kappingin byrjar kl. 13:00.
Føroya Styrkisamband gleðir seg til eitt spennandi kappingarvikuskifti, og øll eru hjartaliga vælkomin at leggja leiðina framvið Burn Klassik og stuðla íðkarunum.
