Leygardagin 29. november 2025 verður árliga Steypakappingin í styrkilyfting hildin. Kappingin fer fram við vanligum reglum hjá IPF, og kappast verður í IPF GL stigum, sum tryggjar eina rættvísa samanbering tvørtur um aldur, vektflokk.
📅 Dagur: 29. november 2025
⏰ Innviging: kl. 10:00 – 11:00
⏰ Kapping byrjar: kl. 12:00
Hetta er ein kapping fyri bæði royndar og nýggjar lyftarar, sum vilja royna seg á pallinum. Dentur verður lagdur á góðan anda, felagsskap og sjálvsagt sterkar og væl útintar lyft.
Vit heita á øll styrkilyftifeløg og einstakar lyftarar um at tekna seg og møta fjølment. Eisini eru øll hjartaliga vælkomin at koma og stuðla – tað gevur lyftarunum ein stóran mun at hava áskoðarar aftanfyri seg.
Kappingin lovar at gerast ein spennandi og stuttligur dagur við sterkum avrøktum og góðari stemning.
Tilmelding
- Kostnaður: 200 kr. pr. luttakara
- Treytir: Luttakarar skulu vera limir í einum felagi undir Føroya Styrkisamband
- Tilmelding: Trýst á her fyri at melda teg til kappingina!