Skip to content
Home » Sonni vann bronsu um heimsmeistaraheitið

Sonni vann bronsu um heimsmeistaraheitið

Okkara egni Sonni Eliassen hevur vunnið okkum eitt heiðursmerkið í einari heimsmeistarakapping til Føroyar.

Hetta er sanliga eitt stórt bragd.

Sonni var í kapping í Hódmezővásárhely, Ungarn í gjár, leygardag tann 24. juni.

Í umfarinum ið Sonni kappaðist í, stóð hann á palli saman við fleiri øðrum kúlulyftarum. Men tá avtornaði var bert Sonni eftir saman við einari kvinnu, sum kappaðist í aðrari grein. Øll hini vóru fyriløgst og máttu seta kúlurnar frá sær áðrenn tíðin var farin.

Sonni kappaðist í Long Cycle. Sonni skuldi sveiggja og stoyta tveimum kúlum í senn, sum viga 32 kg hvør. Hesi lyft skuldi Sonni gera í 10 minuttir, uttan at kunna seta kúlurnar frá sær ímillum. Hetta er óalmindiliga strævið kunnu øll ímynda sær. Endaúrslitið var, at Sonni fekk 33 endurtøkur, sum hav 133,089 stig.

Kappingin hjá Sonna, var set saman soleiðis at -68kg, -74kg og -80kg flokkanir kappaðust saman, og vinnarin var funnin við tí íðkarinum sum fekk mest stig. Sonni endaði sosatt á einum flottum 3. plássi.

Hjartaliga tillukku Sonni, vit eru øll sera errin av tær.