Tann 11. november var NM fyri juniorar og unglingar hildið. 20 ára gamla Asta var einasti luttakari fyri tað føroyska landsliðið hesaferð. Hetta var fyrstu ferð at ein kvinnuligur íðkari hevur umboðað merkið til NM Junior kappingina, tó seinastu ferð at Asta var við til júst hesa kappingina.
Sum heild var kappingin sera væl eydnað, tað heldur venjarin hjá Astu, Pól Hendrikur Andreasen. Úrslitið bleiv eitt 4. pláss útav 6, har hon fekk 3 góðkend lyft av 6.
Málið komandi ár fyri Astu, er heilt klárt at koma við til NM fyri vaksin, ið verður í Føroyum. Umframt tað skal hon nærkasat heiðursmerkjunum til DM, og seta enn fleiri føroysk met, ið hon longu eigur. Tað sigur landsliðsvenjarin, Frank Petersen.
NM fyri juniorar og unglingar verður í Keypmannahavn í 2024. Frank vónar at vit kunnu síggja minst ein føroying við undir merkinum til hesa kappingina