Skip to content
Home » Pól Hendrikur gjørdi NM krav í Spania

Pól Hendrikur gjørdi NM krav í Spania

Aftur í ár hava fleiri føroyingar tikið lut í sponsku kappingina; Trofeo Internacional Halterofilia. Hetta var tann 26. útgávan av kappingini.

Íðkarir hjá okkum hava luttikið í kappingini bæði í 2021 og 2022. Báðar ferðirnar eru flott úrslit komin heim, umframt nøkur føroysk met. Í ár vóru fimm føroyingar við til kappingina, hetta er størsta luttøka frá okkara síðu higartil. 

Tey fimm, ið vóru send avstað, var okkara Senior landsliðshópur saman við landsliðsvenjaranum Frank Petersen. 

Kappingin varð skipað á tann hátt, at tað varð kappast bæði sum einstaklingar í sinclair stiganum, umframt at talan var um liðkapping.

Sum lið gjørdust okkara lyftarar bronsu vinnarir. Tey fingu eitt stórt steyp. Hetta er fyrsta steypið, ið er ognað til føroyska landsliðið. Enn eitt stig frameftir í føroyskum styrkiítrótti.

Maibrit hevur longu klára NM kravið, tí er hendan kappingin fyrireiking til NM í heyst. Maibrit lyfti í tí fyrra bólkinum. Hjá henni byrjaðu bæði lyftini heilt væl. Maibrit fekk tvær tær fyrstu royndirnar av trekk og vend & stoytgóðkent. 79kg og 99kg, tíverri fekk hon ikki síðstu royndir áljóðandi 82kg og 101kg við.

Hon fekk ein tvídyst við 178kg og 219,38 sinclair stig.

Í seinna bólkinum fóru mennirnir hjá okkum í eldin. Leif og Pól Hendrikur høvdu NM krav fyri eyga á degnum. Meðan Niels Áki og Sofus royndu at lyfta seg á hægri tindar og møguliga seta nøkur føroyskt met.

Júst sum Maibrit, so hevur Niels Áki hevði longu kvalifiserað seg til NM í heyst. Tí er hendan kappingin fyrireiking til NM kappingina í heyst. Niels Áki fekk 95 kg góðkent í trekk, umframt gjørdi hann eina roynd við 100 kg á stongini. Í vend & stoyt fekk hann allar royndirnar góðkendar og endaði á 117 kg.

Endaliga úrslitið gjørdist 212 kg í tvídysti og 307,48 sinclair stig, umframt at talan varð um tvey føroysk met.

Pól Hendrikur kom til Spania við einum máli. At klára NM krav. Fyri at tað skuldi verða gjørligt, skuldi hann fáa 213 kg í tvídysti.

Pól Hendrikur kláraði at trekkja 94 kg í aðru royndini, tíverri misseydnaðist triðja royndin á 96 kg. Í vend & stoyt fekk Pól Hendrikur 110 kg í fyrstu roynd. Hann gjørdi eftir hetta eitt stórt lop á 117kg, fyri at fáa tvær royndir at klára NM kravið. Tíbetur var ikki neyðugt við tveimun royndum, 117kg bleiv góðkent í fyrstu roynd. Pól Hendrikur gjørdi eina roynd á 122kg, men tíverri kom Pól Hendrikur ikki úr botnstøðuni í vendinum.

Endaliga úrslitið gjørdist 213 kg í tvídyst og 298,86 stig. 

Tillukku við NM kravinum Pól Hendrikur.

Sofus hevur verið darvaður av skaða í eina tíð. Tó kláraði hann seg heilt væl. Sofus fekk eina ringa byrjan, hann misti stongin frameftir við fyrstu royndini. Tíbetur gjørdi hann tað gott aftur, við at fáa hini báðar royndirnar í trekk góðkendar. Sofus endaði við 109kg í trekk.

Sofus fekk eina góða byrjan í vend & stoyt. Hann fekk 133kg og 138kg, tíverri gekk 142kg ikki.

Endaliga úrsliti gjørdist 247kg í tvídyst og 294,77 sinclair stig. 

Leif hevði sama mál sum Pól Hendrikur. Tíverri gjørdist hann óv stuttur í dag. Leif fekk eina ringa trekk seriu. Tað eydnaðist honum bara at fáa 102 kg í trekk í fyrstu roynd. Hinar báðar royndirnar miseydnaðust. Tað bleiv ein tungur vegur hjá honum til NM kravið.

Í vend & stoyt fekk Leif eisini bert fyrstu roynd góðkenda við 133kg. Í aðru roynd gekk 138kg akkurát ikki. Tó skuldi hann lyfta 143kg fyri at klára kravið, so Leif gjørdi eina roynd við tí. Hann kláraði at venda vektini. TTó gjørdist hann nakað svimmul, og sleppti tí vektina niður á gólvi. 

Ein tvídystur við 235 kg 287,19 sinclair stigum. 

Samlaðu úrslit kunnu síggjast her: https://urslit.styrkisamband.fo/wlcompetitions