Altjóða Vektlyftingarsambandið (IWF) hevur kunngjørt, at nýggir altjóða vektflokkar verða tiknir í nýtslu frá 1. august 2026. Hetta er eitt framhald av broytingunum í fjør, og er ein av størstu broytingunum í altjóða vektlyfting í fleiri ár.
Nýggju vektflokkarnir verða eisini galdandi fyri Olympisku Leikirnar í Los Angeles 2028, har færri vektflokkar enn áður verða umboðaðir.
IWF hveur ásett World Standards (minimumskrøv fyri at seta heimsmet) í teimum flokkum, sum eru nýggir. Í teimum vektflokkum, sum eru óbroyttir, verða verandi heimsmet varðveitt.
Fyrstu kappingarnar við nýggju vektflokkunum verða longu í heyst, og føroyskir lyftarar fara tí eisini at kappast í teimum nýggju flokkunum framyvir.
Føroya Styrkisamband hevur gjørt av ikki at nýta minimumskrøv fyri føroysk met. Tað merkir, at tá ið ein nýggjur vektflokkur verður tikin í nýtslu, kann fyrsta galdandi úrslitið í flokkinum gerast føroyskt met, uttan at lyftarin fyrst skal røkka einum frammanundan ásettum metstandardi.
| Senior/Junior Menn | Kvinnur |
|---|---|
| -60kg | -49kg |
| -65kg | -53kg |
| -70kg | -57kg |
| -75kg | -61kg |
| -85kg | -69kg |
| -95kg | -77kg |
| -110kg | -86kg |
| +110kg | +86kg |
| Unglingar Dreingir | Gentur |
|---|---|
| -55kg | -45kg |
| -60kg | -49kg |
| -65kg | -53kg |
| -70kg | -57kg |
| -75kg | -61kg |
| -85kg | -69kg |
| -95kg | -77kg |
| +95kg | +77kg |
