Skip to content
Home » Nýggja nevndin 2021-22

Nýggja nevndin 2021-22

Nýggja nevndin. Frá vinstru: Rói Hjaltalin, tiltakslimur, Gudmundur Danielsen, tiltakslimur, Heini Hátún, formaður, Páll Ólavsson, tiltakslimur, Niels Juel Arge, nevndarlimur.
Á myndini vanta Anna Kristina Niclasen, nevndarlimur, Jákup Súni Berg, tiltakslimur, Maibrit Reynheim Petersen, tiltakslimur.


Á ársaðalfundinum stóðu tveir nevndarlimir fyri valið, Rói Hjaltalin og Gudmundur Danielsen. Teir stillaðu ikki uppaftur.

Anna Kristina Niclasen og Niels Juel Arge vóru vald sum nevndarlimir.
Jákup Súni Berg heldur framm sum tiltakslimur. Rói Hjaltalin, Gudmundur Danielsen, Maibrit Reynheim Petersen og Páll Ólavsson vóru vald í nevndina sum tiltakslimir.

Sostatt er nýggja nevndin mannað av Heina Hátun, Onnu Kristinu Niclasen og Niels Juel Arge.
Tiltakslimir eru Jákup Súni Berg, Rói Hjaltalin, Gudmundur Danielsen, Maibrit Reynheim Petersen og Páll Ólavsson.