Føroya Styrkisamband hevur gjørt eina nýggja kappingarætlan fyri vektlyfting. Frá kappingarárinum 2026/2027 verður farið undir eina nýggja steypakapping, har lyftarar savna stig gjøgnum kappingarárið, áðrenn steypavinnarin verður funnin í februar.
Tríggjar steypakappingar
Tríggjar steypakappingar eru á skránni í kappingarárinum 2026/2027:
- 24. oktober 2026 – 1. steypakapping
- 19. desember 2026 – 2. steypakapping
- *13. februar 2027 – 3. steypakapping og FM
*Dagfestingin fyri triðju steypakappingina og FM er fyribils. Gingið verður út frá, at kappingin verður 13. februar 2027, men enn ber ikki til at vátta hetta endaliga, tí altjóða kappingarskráin fyri 2027 ikki er endaliga løgd. Dagfestingin kann tí verða broytt.
Stig verða savnað gjøgnum kappingarárið
Til hvørja steypakapping fáa lyftararnir stig eftir plasering. Vinnarin fær 7 stig, nummar tvey fær 6 stig, og soleiðis verður hildið fram niður til nummar sjey, sum fær 1 stig. Lyftarar, ið enda á 8. plássi ella longur afturi fáa 0 stig.
Eftir triðju og seinastu steypakappingina verða stigini frá øllum trimum kappingunum løgd saman. Lyftarin við flest stigum verður steypavinnari í vektlyfting kappingarárið 2026/2027.
Til steypakappingarnar verður tað kappast til allar kappingar eftir somu stigaskipan, soleiðis at lyftarar úr ymiskum vektflokkum kunnu kappast ímóti hvørjum øðrum.
Seinasta steypakappingin verður eisini FM
Triðja og seinasta steypakappingin verður samstundis føroyameistarakappingin í vektlyfting.
Hetta merkir, at steypakappingin og FM verða avgjørd hvør sær. Samlaðu stigini frá øllum trimum steypakappingunum avgera, hvør verður steypavinnari fyri kappingarárið, meðan úrslitið í triðju kappingini avger, hvør verður føroyameistari.
Tann, ið stendur seg best í kappingini hendan dagin, verður sostatt føroyameistari, óansæð hvussu nógv stig viðkomandi hevur savnað í hinum steypakappingunum.
Fleiri kappingar í 2027
Ætlanin er harumframt at skipa fyri eini vektlyftingarkapping seint á vári ella tíðliga á sumri 2027. Hendan kappingin verður ikki partur av steypakappingini 2026/2027.
Nærri kunning um hesa kappingina, umframt endalig dagfesting fyri FM og triðju steypakappingina, kemur seinni.
