Skip to content
Home » NM Junior 2023

NM Junior 2023

Leygardagin skal Asta Egilstoft Nielsen luttaka til Norðurlendsku meistarheitini fyri juniorar. Hetta er aðru ferð at Føroyar hava verið umboðaði til hesa kapping, í fjør var Niels Áki Mørk við og í ár er tað Asta. Hon er sostatt eisini fyrsti kvinnuligi íðkarin úr Føroyum, ið hevur megnað at kvalifisera seg til hesa kappingina. 

Íðkarin úr Sandavági, hevur vant vektlyfting í nærum 2 ár og tikið seg nógv fram í 2023. Hon hevur sett føroyskt met til nærum hvørja kapping hon hevur verið við til. Størsta løtan higartil í 2023, hevur helst verið tá hon luttók í DM fyri vaksin, fyri fyrstu ferð. Asta var eisini partur av hópinum, ið var við til Reykjavík International Games í januar. 

Hetta er síðsta árið hon er í Junior aldursbólkinum (U20), og er tí eisini síðstu ferð hon luttekur til júst hesa kappingina. Komandi árini, er málið heilt víst at koma við til NM fyri vaksin og EM fyri U23.

Møguligt er at fylgja við kappingin á hesari leinkjuni: https://www.youtube.com/@painonnostoliittospnl1222

Bólkurin hjá Astu byrjar kl 08:00 føroyska tíð.