Skip to content
Home » Niels Juel Arge og Maibrit gjørdust føroyameistarar í vektlyfting

Niels Juel Arge og Maibrit gjørdust føroyameistarar í vektlyfting

Niels Juel Arge og Maibrit Reynheim Petersen gjørdust føroyameistarar, tá kappast varð um FM-heitið í olympiskari vektlyfting.

Luttakaratalið var nakað lægri enn vanligt, og serliga á mannfólkasíðuni hava skaðar darvað. Fleiri av teimum, sum annars kundu verið við í stríðnum um FM-heitið, høvdu ikki møguleika at luttaka. Millum teirra vóru Niels Áki Mørk, Pól Hendrikur Andreasen og Filip Hansen, sum allir vóru úti við skaða.

Fyrsta FM-heitið hjá Niels Juel

Hjá monnunum gjørdist Niels Juel Arge føroyameistari fyri fyrstu ferð.

Niels Juel hevði eina sera góða kapping og fekk øll seks lyftini góðkend. Hann lyfti 85 kg í trekk og 118 kg í vend og stoyt, sum gav honum ein tvídyst á 203 kg og 215,50 Sinclair-stig.

Umframt sítt fyrsta FM-heiti setti Niels Juel eisini seks nýggj føroysk met – trý seniormet og trý mastersmet.

Maibrit aftur ovast á skamlinum

Hjá kvinnunum var tað Maibrit Reynheim Petersen, sum fór avstað við FM-heitinum.

Maibrit lyfti 70 kg í trekk og 91 kg í vend og stoyt, sum gav henni ein tvídyst á 161 kg og 206,22 Sinclair-stig. Hetta var hægsta stigatal millum kvinnurnar og tryggjaði henni føroyameistaraheitið.

Maibrit vann FM bæði í 2023 og 2024, áðrenn Jenny Persson tók FM-heitið í 2025. Í ár eydnaðist Maibrit sostatt at vinna heitið aftur og gerast føroyameistari fyri triðju ferð.

Við hesum fekk FM 2026 ein nýggjan føroyameistara á mannfólkasíðuni, meðan Maibrit aftur tók ovasta plássið hjá kvinnunum.