Skip to content
Home » Met-rík steypakapping

Met-rík steypakapping

Tann 25. november varð steypakappingin innan styrkilyfting. Kappingin var í nýggju hølunum hjá Burn Klassik, har ítróttafelagið Burn Íðkarar heldur til. Hølini eru sera góð og ein stórur bati á umstøðurnar hjá okkara ítótti. 

7 menn og 4 kvinnur luttóku í kappingini. Hja monnum gjørdi Rógvi Høgnesen framúr avrik. Hann fekk 90,35 IPF-GL stig og skumpaði alla mótstøðuna til viks. Tað var hørð kapping um silvur heiðursmerkið millum Andra Dam, Jákup Anton Danielsen og Julian Fosaa. Tá avtornaði fekk Andri 78,85 stig, Jákup anton 76,81 stig og Julian 76,61 stig. Sermerkt við kappingini hjá monnum var, at 13-ára gamli Jónas Elias Reinert luttók. Hann er yngsti luttakarin í styrkilyftingarkapping í Føroyum og er tað gleðiligt, at breiddin økist, so bæði eldri og yngri luttaka. Jónas Elias endaði á 7. plássi. 

Hjá kvinnum fekk Vár G. Hansen øll lyftini góðkend og vann kappingina við 76,33 stigum. Rósa Matras Jensen varð silvurvinnari við 72,83 stigum. Jenny Persson, ið annars var fyrsti føroyameistarin innan vektlyfting í 2020, og Jóhanna av Steinum luttóku sum vinkonur fyri at royna sína styrki. Lukkutíð endaðu báðar við 64,85 stigum og kundu tær soleiðis deilast um bronsuna.

Heili 33 føroysk met vórðu sett til kappingina. Hetta prógvar enn einaferð, at tað gongur framá við rúkandi ferð innan føroyskan styrkiítrótt. 

Til kappingina luttóku øll trý feløgini úr Tórshavn. Serliga Megingjørð hevði eina góða kapping. Hetta er fyrsta kapping hjá Megingjørð, síðani felagið Styrkifelag Føroya bleiv umlagt.

Øll úrslit frá kappingini kunnu síggjast her: Úrslitskipanin