Smá landa kapping í vektlyfting verður hildið í Monaco um vikuskiftið. Tveir føroyingar taka lut, sum fyrstu føroyingar við til hesa kapping.
Føroyar vóru upptikin í smálanda sambandinum; Small Nations Federation, ið er eitt systur samband við EWF. Vit vóru upptikin fyri góðan mánaði síðani, og longu í vikuskiftinum skulu vit kappast í kappingin.
Nú eru føroyska vektlyftingar ítrótturin upptikin í nærum øllum sambandum, bert EWF manglar.
Luttakandi til kappingina er Maibrit Reynheim Petersen og Pól Hendrikur Andreasen. Við teimun er Frank Petersen sum venjari.
Kappingin verður stroymd á netinum, og til ber at fylgja við á slóðini:
https://twitch.tv/asmhalteroforce
Bólkurin hjá Pól byrjar kl 10:00 (FØ. Tíð). Maibrit byrjar kl 12:00.
Enn eitt risa fet fyri føroyska styrkiítróttin.
Omanfyri síggja tit luttakaralistan til NM, í teimun flokkunum har okkara íðkarir eru.