Reykjavík International Games (RIG) er eitt tað størsta ítróttaliga tiltakið í Íslandi.
Føroyski landsliðshópurin er úttikin til komandi RIG kappingina, ið verður sunnudagin 28. januar.
RIG er stór altjóða kapping, har kappast verður í hópin av ítróttagreinum. Teirra millum er olympisk vektlyfting. Styrkilyfting er eisini ein partur av kappingini. Tó er eingin føroyskur hópur við hesaferð.
Hópurin er settur saman av landsliðsvenjarinum Frank Petersen. Hann hevur úttikið DM vinnaran Maibrit Reynheim Petersen, NM og DM vinnaran Niels Áka Mørk, umframt báðar suðringarnar; Sofus Bech og Juliu Jacobsen.
Nú er skjótt tvey ár liðin síðani Føroyar fekk norðurlendskan limaskap. Farna heyst kappaðust fýra íðkarar hjá okkum í Landskrona. Komandi heyst verður NM í Føroyum.
Kappingin er ikki skipað í vektflokkum, sum annars er vanligt. Ístaðin verða øll lyft umroknað eftir Sinclair-stiganum, har einstaka lyftið verður sett í mun til kropsvektina á tí, sum lyftir. Sostatt kann ein lítil lyftari væl fáa meira stig enn ein størri og sterkari lyftari. Samlaða stigatalið fyri hvørja tjóð er soleiðis tað, sum telur.
Vektlyfting er á skránni sunnudagin klokkan 9 til 13 føroyska tíð. Kappingin verður stroymd á hesari leinkju.