Skip to content
Home » Kunning um Jólakappingina

Kunning um Jólakappingina

Í vikuskiftinum verður tann árliga Jólakappingin í vektlyfting, sum higartil hevur hildið til í Tvørmegi. Í ár er tað Styrkifelagið Stoyt sum skipar fyri kappingina. Hon skuldi verði hildin í Esyturskúlanum, men er flutt oman í Tvørmegi av ymiskum ørsøkum. Tískil fáa tit sindur av kunningi um kappingina her.

Hesaferð kappast menn og kvinnur í tí sama bólkinum.

Tilmelding fer fram her: 

Melda teg til Jólakappingina
Kappast verður í Sinclair stiganumm

Møguligt er eisini at seta met til kappingina

Vektlyfting – 17. Desember

Magnus Heinasonargøta 24, í hølinum hjá Tvørmegi

Innviging er frá kl 11 til 12
Kappingin byrjar kl 13

Reglugerðin í sambandi við klæðir:

Hesaferð er tað ikki krav at allir luttakarar eru í eini lyftidrakt (Trikot). Tó um ein ætlar at hava møguleikan at ogna sær eitt met, so skal man lúka treytirnar við einari lyftidrakt

Dómarir skulu kunnu síggja albogarnar, tó ber til at vera í tættsitandi langarmaðari troyggju, sum skal vera góðkend av dómarunum

Her sæst øll reglugerðin; klæðir o.a eru á síðu 8
Vektlyfting Reglugerð

Um spurningar o.a eru, so kunnu tit venda tykkum til Niels Áka Mørk á messenger ella á telefon; +298 223336