Skip to content
Home » Kunning um FM í styrki og kúlulyfting

Kunning um FM í styrki og kúlulyfting

Í vikuskiftinum verður FM í styrkilyfting og kúlulyfting. Tískil fáa tit sindur av kunningi um kappingina her.

Tilmeldingarfreistin til styrkilyfting er farin. Tó er enn gjørligt at meldað seg til FM í kúlulyfting.

Tilmelding fer fram her: 

Melda teg til FM í kúlulyfting
Kappast verður í stigum, til báðar kappingarnar.

Møguligt er eisini at seta met til báðar kappingarnar.

Styrkilyfting – 27. Mai

Nýggja verkstaði hjá Wenzel
Gamli Velbastaðvegur 15

Innviging kl 11 til 12
Kappingarbyrjan: kl 13

Reglugerðin í sambandi við klæðir:

Tað er krav at allir luttakarar eru í eini lyftidrakt (Trikot), og so skal man hava eina tshirt innanfyri.
Dómarir skulu kunnu síggja albogarnar og knøðini, fyri at kunna døma rætt.

Tað er krav at man skal lyfta í skóm í øllum lyftum

Til rættstøðulyft er krav um at hava langar hosur, men tó hava tær ikki loyvi at røra knæbindið.

Tað er loyvt at nýta knæbind, hondliðbind og belti

Her sæst øll reglugerðin; klæðir o.a eru frá síðu 10-16
Styrkilyfting Reglugerð

Hetta skjalið er gløgt at lesa áðrenn fari verður at kappast.

Hent at vita

Kúlulyfting – 27. Mai

Full Power
Klaksvíksvegur 85

Innviging fríggjadagin 26. Mai kl 16 til 18
Kappingarbyrjan: kl 12

Hetta skjalið er gløgt at lesa áðrenn fari verður at kappast.

Hent at vita

Um spurningar o.a eru, so kunnu tit venda tykkum til Niels Áka Mørk á messenger ella á telefon; +298 223336