Skip to content
Home » Kunning um Felagskappingina

Kunning um Felagskappingina

Í vikuskiftinum verður felagskappingin í styrkiítrótti. Tískil fáa tit sindur av kunningi um kappingina her.

Tilmelding fer fram her: 

Melda teg til Felagskappingina
Kappast verður í Sinclair og IPF GL frymlinum. 

Møguligt er eisini at seta met til báðar kappingarnar

Styrkilyfting – 26. November

Finsen Ítróttarhøll

Innviging kl 11 til 12
Kappingarbyrjan: kl 13

Reglugerðin í sambandi við klæðir:

Tað er krav at allir luttakarar eru í eini lyftidrakt (Trikot), og so skal man hava eina tshirt innanfyri.
Dómarir skulu kunnu síggja albogarnar og knøðini, fyri at kunna døma rætt.

Tað er krav at man skal lyfta í skóm í øllum lyftum

Til rættstøðulyft er krav um at hava langar hosur, men tó hava tær ikki loyvi at røra knæbindið.

Tað er loyvt at nýta knæbind, hondliðbind og belti

Her sæst øll reglugerðin; klæðir o.a eru frá síðu 10-16
Styrkilyfting Reglugerð

Vektlyfting – 27. November

Finsen Ítróttarhøll

Innviging kl 10 til 11
Menninir byrja kl 12
Kvinnurnar byrja eftir menninar (Væntandi umleið 13:45)

Reglugerðin í sambandi við klæðir:

Tað er krav at allir luttakarar eru í eini lyftidrakt (Trikot).
Dómarir skulu kunnu síggja albogarnar, tó ber til at vera í tættsitandi langarmaðari troyggju, sum skal vera góðkend av dómarunum

Her sæst øll reglugerðin; klæðir o.a eru á síðu 8
Vektlyfting Reglugerð

Um spurningar o.a eru, so kunnu tit venda tykkum til Niels Áka Mørk á messenger ella á telefon; +298 223336