Í august 2024, var Niels Juel Arge fyrsti føroyingur at vinna sær heiðursmerkið til eina altjóða EM/HM kapping í Olympiskari vektyfting. Hann ognaði sær bronsuna, og var bert ein boygtan alboga frá at verða heimsmeistrari í sínum vektflokki, innanfyri sínum aldursbólki. Tó var alt hetta undir Dannebrog, sum merkir at hann kappaðist fyri Danmark.
Stutt eftir kappingina, fór vektlyftara toymið í FSS, í gongd við at kanna møguleikanar fyri upptøku í Masters sambondinum í Olympiskari vektlyfting, nevnliga IWMA og EWMA. Hetta var ein sera stutt tilgongd, tí longu eina viku eftir Niels Juel var til HM Masters, hevði Føroyar fingið viðurkenning og upptøku, í bæði IWMA og EWMA. Hetta merkir at allir Masters íðkarir í Føroyum kunnu kappast undir Merkiðnum, og sosatt umboða Føroyar.
Tilmeldingin til Masters HM og EM er nú opnað. Um áhugið er fyri at luttaka ella um spurningar eru, er gjørligt at skriva ella ringja til Niels Áka Mørk, (+298 223336 / nielsaki@fss.fo).
Á hesari síðu ber tað til at leita sær til kunning um kappingina, og hvørji krøv skulu lúkast. Eru onnur ivamál, er gjørligt at seta seg ísamband við Niels Áka Mørk.