Skip to content
Home » Krútsterkur luttakaralisti

Krútsterkur luttakaralisti

Íslendska Eygló Fanndal Sturladóttir hevur lyft ávíkavist 106 og 133 kilo í teimum báðum kappingargreinunum, sum kappast verður í til olympiska vektlyfting

Fleiri av teimum, sum um vikuskiftið lyfta vektir í Bylgjuni í Runavík, hava áður staðið ovast í altjóða kappingum

75 lyftarar fara um vikuskiftið at kappast um norðurlendska meistaraheitið í olympiskari vektlyfting.

Fremstu føroysku íðkararnir eru eisini við í kappingini, og eingin ivi er um, at okkara fólk her fáa dygga mótstøðu. Heilt dygga mótstøðu.

Millum tey 75 eru nevnliga fleiri, ið áður hava staðið ovast á sigurspallinum, tá stórar altjóða kappingar hava verið.

Í olympiskari vektlyfting er kappingin skipað soleiðis, at kappast verður tveimum greinum. Hesar eru trekk og vend & stoyt. Í fyrru kappingini skal vektin lyftast upp um høvd í einari rørslu, meðan lyftarin í seinnu kappingini fyrst lyftur vektina upp til herðarnar og síðani skal fáa hana upp um høvd.

Í NM kappingini verða heiðursmerki bert latin til tey, sum standa seg best í samlaðu tvíkappingini, men í fleiri øðrum kappingum verða heiðursmerki eisini latin til tey, ið standa seg best í einstøku kappingunum.

Á luttakaralistanum til NM eru tvær kvinnur, sum í løtuni eru europiskir meistarar. Tær báðar eru norska Sol Anette Waaler, sum kappast í -55 flokkinum, og íslendska Eygló Fanndal Sturludóttir, sum hevur EM-heitið í -71 kg flokkinum fyri kvinnur.

Hartil eru ikki færri enn níggju aðrir luttakarar, sum hava vunnið heiðursmerki innan annaðhvørt trekk ella vend & stoyt í EM- og U23-EM kappingum.

Samlaði luttakaralistin sæst á heimasíðuni hjá fss.fo.