Leygardagin tann 12 desembur varð skipað fyri Jólakapping í vektlyfting í hølunum hjá Tvørmegi.Kappast varð eftir Sinclair coeffisientinum og kappingin fór fram eftir altjóða IWF reglum við góðkendum dómarum. Tilsamans vóru 6 luttakarar, 5 mannfólk og eitt konufólk. Tey vóru: Niels Áki Mørk, Pól Hendrikur Andreasen, Mortan Á Bøgarði, Niels Juel Arge, Janus Marnerson og Erna Krett Hansen.
Hjá monnum var tað Niels Áki Mørk, ið vann, Pól Hendrikur Andreasen varð nummar tvey og Mortan Á Bøgarði varð nummar trý.Hjá kvinnum gjørdist Erna Krett Hansen nummar eitt.
Samlaða úrslit síggjast her: https://urslit.styrkisamband.fo/wlcompetitions