Tað var ein søgulig løta fyri føroyska veklyfting, tá Gudmundur Danielsen um vikuskiftið stóð royndina sum altjóða category 2-dómari
Síðsta leygardag, tann 24. januar 2026, varð ein søguligur dagur fyri Føroya Styrkisamband, tá Gudmundur Danielsen gjørdist fyrsti føroyski altjóða dómari sambært International Weightlifting Federation (IWF). Hetta hendi á Copenhagen Weightlifting Competition, har Gudmundur var dómari og samstundis var til próvtøku.
Gudmundur tók royndina í IWF Category 2-skeiðnum, sum er næst hægsta dómaraútbúgvingin, ið finst innan altjóða Olympiska vektlyfting. Royndin er bygd upp í tveimun pørtum. Fyrst skal ein teoretisk roynd takast, ið fevnir um 100 spurningar um kappingarreglur, døming og altjóða mannagongdir. Fyri at standa royndina krevst, at minst 85% av spurningunum verða svaraðir rætt.
Umframt teoretisku royndina er eisini ein verklig roynd. Her skal royndardómarin døma 100 lyft í einari altjóða kapping, meðan tríggjir próvdómarar, ið hava hægstu dómaraútbúgving (Category 1), eisini døma somu lyft. Úrslitið verður síðani samanborið, og eisini her krevst minst 85% samsvar við próvdømingina.
Í báðum førum leveraði Gudmundur eitt nærum feilfrítt úrslit og fekk heili 97%. Hetta er eitt sera sjáldsamt og framúrskarandi avrik, sum prógvar bæði høga fakligan førleika og drúgva fyrireiking.
Vit í Føroya Styrkisambandi eru ómetaliga errin av, at Gudmundur hevur staðið hetta skeiðið so sannførandi. Hetta er ikki bert ein stórur persónligur sigur, men eisini eitt stórt stig framá fyri føroyskari vektlyfting á altjóða pallinum.
IWF Category 2-skeiðið gevur heimild at døma allar altjóða kappingar í heiminum, eisini EM, HM og Olympisku Leikir fyri vaksin. Í praksis eru flestu dómarar til HM og OL tó Category 1-dómarar, sum er hægsta møguliga dómaraútbúgving. Fyri at kunna taka Category 1 krevst, at ein hevur Category 2-góðkenning umframt minst tvey ára royndir sum altjóða dómari.
Við hesum avriki hevur Gudmundur Danielsen lagt eitt sterkt grundarlag fyri víðari menning sum altjóða dómari og samstundis sett grundarlag fyri, at Føroya Styrkisamband kann menna egnar dómarar í framtíðina.
Vit í Føroya Styrkisambandi, ynskja Gudmundi Danielsen hjartaliga tillukku við Category 2 skeiðinum og flotta avrikinum.

