Í dag var fyrsta Ólavsøkustevnan hildin. Kappingin var sum tann fyrsta, ein opin kapping, har útlendingar eisini vóru bjóðaðir við.
Tilsamans var luttakaratalið var 10. Fimm úr Føroyum og fimm úr Danmark. Tíverri vóru tað fleiri avboð frá føroyingum, skaðar, sjúku, ferðing o.a, sum gjørdu tað bert vóru fimm føroyingar sum vóru við. Úr Danmark komu fleiri íðkarir m.a frá okkara vinar-felag í Slagelse. AK Atlas, har okkara landsliðsvenjari Frank, er dagligur venjari. Aðrir íðkarir ið komu, eru vanliga tætt knýtt við AK Atlas, uttan at umboða felagið. Tilsamans var tað fimm menn og kvinnur ið stillaðu upp í dag.
Kappingin var sum ikki einaferð, hildin í Tvørmegi. Hetta er fyrsta kappingin, ið var hildin í teimun nýggju hølinum úti í Slættanesgøtu 11.
Kappingin spældi væl út, kvinnurnar løgdu fyri. Har tað var øgilig tøtt kapping millum tær góðu vinkonurnarm Melinu Barhagh úr Danmark og okkara Maibrit Reynheim. Tað endað var, var tað ikki meira enn 0,84 sinclair stig á muni. Hetta svarar til 1kg. Melina tók tí 1. plássi við til Danmark, meðan Maibrit mátti takka við 2. plássinum hesaferð.
Millum teir fimm mennirnir, var tað ein klárur favorittur úr Danmark. Rasmus Knudsen, ið hevur megnað danska EM, kláraði at vinna við heili 323 stigum. Sjálvt um hann ikki hevði ein góðan kappingardag, so var hann klárt oddamaðurin í kappingini.
Tó var sera hørð kapping um 2. plássi, millum Niels Áka, Pól Hendrik og Lasse Brauner frá Danmark. Munur millum teir trýggjar gjørdist bert 3,59 sinclair stig.
Hetta var fyrsta kapping vð útlendingum, og vónandi verður tað ein fastur siðvenji at kappast um Ólavsøku mundi, saman við lyftarum úr øðrum londum.