Skip to content
Home » Fyrsta felags FM-kapping hjá Styrkisambandinum

Fyrsta felags FM-kapping hjá Styrkisambandinum

Tann 19. apríl 2025 verður FM í Olympiskari vektlyfting og í styrkilyfting.

Styrkisambandið hevur avgjørt at halda fyrstu felags FM-kappingina. Vit vóna, at hetta verður ein fastur táttur, ið kann styrkja felagsskapin millum greinarnar og feløgini.

FM-kappingin í Olympiskari vektlyfting fer at hava góðkendan A-dómara, og tí verður høvi at klára DM krav til DM 2026.

Seinni í hesum mánaðanum verður nevndarfundur, har tað væntandi verður staðfest hvar kappingin verður hildin og hvørji feløg standa fyri fyrireikinunum.

Sum kunning, kunnu vit siga at til sama nevndarfund, verður allarhelst kallað inn til aðalfund hjá Styrkisambandinum, ið væntandi verður í februar.