Nýstovnaða ítróttarfelagið Styrkifelag Føroya skipar fyri kappingini
Talan er um olympiskan ítrótt, har lyft verður í greinunum ”snatch” (trekk) og ”clean and jerk” (vend og stoyt). Kvinnur og menn luttaka.
Tað verður kappast eftir IWF mannagongdum/reglum.
Í hesari kapping verður sokallaði Sinclair 1-2-3 mátistokkurin nýttur fyri ávikavist kvinnur og menn. Tey, sum lyfta mest í mun til kropsvektina, standa seg best. Ein lættur maður kann vinna á einum tyngri manni, hóast tann tyngri lyftir meira.
Tað verður møguligt at seta almenn føroysk met í ymsu vektklassunum hjá IWF (International Weightlifting Federation).
Styrkifelag Føroya er í samstarvi við onnur um at menna hesa ítróttargrein í Føroyum. Danski landsliðsvenjarin í olympiskari vektlyfting, Frank Petersen, kemur at leggja lag á og at vera dómari í kappingini.
Styrkikappingar hava javnan verið í Føroyum – vit kenna ”Føroya sterkasta mann” og aðrar kappingar.
Hetta er tó fyrsta almenna kappingin, sum er skipað undir ÍSF. Sostatt eru reglur, vit kenna frá almennu ítróttini galdandi, reglur um góðkend avrik, reglur um antidoping osfr.
Kappingarstaðið er í nýggju hølunum hjá Tvørmegi í Magnus Heinasonar Gøta 28, Tórshavn.
Innvigingin verður millum kl. 11.00-12.00 og sjálv kappingin byrjar kl. 13.00
Øll eru vælkomin at luttaka. Einasta krav er at ein er limur í Styrkifelag Føroya ella einum øðrum ítróttarfelagi undir ÍSF.
Limagjaldið fyri SFF er 250 kr. árliga.
Luttakaragjaldið er 200 kr.
Tilmeldingarfreistin er 20. januar 2020
Eykagjald á 100 kr. verður løgd á tilmeldingum aftaná omanfyri nevndu freist.
Áhugaði verða biðin um at melda til á teldupostinum hjá felagnum, sff@sff.fo
Styrkifelag Føroya