Aftur í ár fer Eyðun Hentze Højgaard, íðkari í Ítróttarfelagnum Tvørmegi, at kappast við tey skrappastu innan Rørslumegi í Danmark.
Síðsta ár luttøk Eyðun – umframt onnur úr Føroyum – eisini í hesi kapping, og gjørdist hann tá nummar tvey.
Hin sami, sum vann síðsta ár, er við aftur í ár. So spennandi verður um tað hesu ferð verður til eitt 1. Pláss.
Kappingin verður hildin leygardagin 27. Juni í Herning. Hetta er kapping, sum er partur av tí árligu DM-Ugen. Meira tann lesast her https://www.dif.dk/dm-ugen/sportsgrene/funktionel-fitness-og-tumbling
Vit ynskja Eyðuni alt tað besta.
