Skip to content
Home » Føroyskir vektlyftarar settu fýra føroysk met í Íslandi

Føroyskir vektlyftarar settu fýra føroysk met í Íslandi

Føroyska landsliðið í olympiskari vektlyfting luttók í vikuskiftinum til altjóða kappinngina Reykjavík International Games. Landsliðið gjørdist nummar fýra og tey settu fýra føroysk met á ferðini.

Kappingin varð skipað sum ein liðkapping við tveimum kvinnum og tveimum monnum á hvørjum liði. Allir íðkaarar fingu eitt sinclair stigatal, tá tað verður lyft. Vinnarin í hvørjum bólki fekk 10 stig, nummar 2 fekk 9 stig osv. Síðani vórðu øll stigini á liðnum løgd saman.

Tey, ið mannaðu føroyska liðið, vóru Maibrit Reynheim Petersenog Niels Áki Mørk ið eisini vóru við í fjør. Við teimun vóru tað suðuroyingarnir Sofus Bech og Julia Jacobsen, ið hava ment seg væl seinasta árið.

Mótstøðan var úr Danmark og Íslandi, har bæði londini stillaðu upp við tveimun liðum.

Danmark-2 vann kappingina framman fyri Danmark-1, Ísland-1 bleiv nummar trý, Føroyar nummar fýra og Ísland-2 gjørdist nummar fimm. 

Julia Jacobsen, sum luttók í altjóða fyri fyrstu ferð, setti føroyskt met í stoyt við 84kg og í tvídysti við 153kg.

Maibrit setti føroyskt met í trekk við at lyfta 80kg og 179kg í tvídysti.

Niels Áki Mørk megnaði 95kg í trekk og 110kg í stoyt.

Sofus Bech megnaði 112kg í trekk og 140kg í stoyt, ið gav honum 303,05 sinclair stig, ið er hansara næst besta úrslit.

Sum heild vóru allir lyftararnir nøgdir og tað var venjarin Frank Petersen eisini.

Næsta stóra kappingin hjá føroysku vektlyftarum verður FM 2024, sum verður hildin um tveir mánaðir í nýggju hølunum hjá Burn Klassik.

Kósin er eisini sett fram ímóti NM 2024, ið verður hildin í Føroyum.

Lyftini kunnnu síggjast her
Úrslit kunnu síggjast her