Skip to content
Home » Føroyar kappaðust við EM fyri smátjóðir

Føroyar kappaðust við EM fyri smátjóðir

Føroyar vóru við, tá European Small Nations Tournament 2026 varð hildið í Garðabær í Íslandi. Føroyar vóru umboðaðar bæði í senior- og unglingakappingini, har Barba Jansdóttir Andreasen, Herborg Eyðnudóttir Justinussen og Embla Bjarkhamar kappaðust fyri Føroyar.

Barba nummar 10 í kvinnukappingini

Í seniorkappingini hjá kvinnum hevði Barba Jansdóttir Andreasen eina góða kapping.

Barba kappaðist í -63 kg vektflokkinum og fekk 64 kg í trekk og 83 kg í vend og stoyt. Hetta gav henni ein tvídyst á 147 kg og 196,67 Sinclair-stig.

Við hesum endaði Barba á 10. plássi í samlaðu kvinnukappingini.

Herborg Eyðnudóttir Justinussen kappaðist eisini fyri Føroyar í -63 kg vektflokkinum. Hon fekk 61 kg í trekk, men tíverri eydnaðist ikki at fáa eitt góðkent lyft í vend og stoyt. Hon fekk tískil einki úrslit í tvídystinum.

Embla nummar fýra og setti trý føroysk met

Føroyar vóru eisini umboðaðar í unglingakappingini, har Embla Bjarkhamar kappaðist í -63 kg vektflokkinum.

Embla hevði eina sera góða kapping og økti seg gjøgnum trekkini frá 42 kg til 46 kg og at enda 51 kg.

Í vend og stoyt fekk hon fyrst 62 kg og síðani 66 kg, áðrenn seinasta royndin á 69 kg gjørdist ov tung.

Við 51 kg í trekk og 66 kg í vend og stoyt fekk Embla ein tvídyst á 117 kg og 158,44 Sinclair-stig. Hetta rakk til eitt flott 4. pláss í unglingakappingini hjá kvinnum.

Samstundis setti Embla trý nýggj føroysk met í -63 kg vektflokkinum fyri unglingar (U17). Hon setti føroyskt met í trekk við 51 kg, vend og stoyt við 66 kg og tvídysti við 117 kg.

Sostatt kundi Embla fara heim úr Íslandi við einum 4. plássi, trimum føroyskum metum og enn fleiri altjóða kappingarroyndum í viðførinum.

Føroyar nummar fimm í liðkappingini

Umframt einstaklingakappingina varð eisini kappast millum londini.

Hjá kvinnunum endaðu Føroyar á 5. plássi í liðkappingini. Ísland vann framman fyri Malta og Kýpros, meðan Monako gjørdist nummar fýra og Føroyar nummar fimm.

European Small Nations Tournament savnar smátjóðir úr Evropa til kapping og gevur føroyskum lyftarum møguleikan at royna seg á altjóða pallinum og kappast beinleiðis við lyftarar úr øðrum evropeiskum smátjóðum.

Føroyar vóru aftur í ár væl umboðaðar, og serliga unga ættarliðið fekk enn einaferð týdningarmiklar altjóða kappingarroyndir við sær heim.