Nú kunnu olymiskir vektlyftarar úr Føroyum umboða Merkið til Small Nations Cup, tí Føroya Styrkisamband er vorðið limur í felagsskapinum European Small Nations Tournament (ESNT).
Limalondini eru nú Cyprus, Malta, San Marino, Ísland, Luxembourg, Monaco og Føroyar.
ESNT verður stuðlað av European Weightlifting Federation (EWF), so við hesum koma vit eitt stig nærri at limaskapinum í EWF, sum vit enn hava til góðar. Málið at sleppa við til EM hava vit hava arbeitt við í eina tíð, serliga tí vit hava íðkarar ið eru klár at fara til EM fyri masters, vaksin og U23.
FSS hevur fullan limaskap í Nordic Weightlifting Fereration (NWF), og fyribils limaskap í International Weightlifting Federation (IWF), sum loyvir luttøku til NM og HM.
Fyrstu ferð Føroyar skal luttaka til Small Nations Cup verður 23. mars 2024, og tað verða Pól Hendrikur og Maibrit sum verða fyrstu umboð fyri Føroyar, saman við landsliðvenjaranum hjá okkum Frank Petersen.
Kappingin verður hildin í Monaco.