Kappingin byrjar kl. 12, tað er ókeypis atgongd. Í ár eru 12 luttakarar við, 8 menn og 4 kvinnur, og øll kappast í einum bólki.
Styrkilyfting, kallað “Power Lifting” á enskum, er ein av trimum styrkiítróttargreinum hjá Føroya Styrkisambandi
Styrkilyfting snýr seg um rástyrki, har kappast verður i trimum lyftum:
- Beinbend (Squat): At seta seg niður við tungari vektstong á herðunum og reisa seg uppaftur.
- Bonkpress (Benchpress): meðan man liggur niðri á einum bonki, at lora tunga vektstong niður á bringuna og trýsta hana uppaftur.
- Rættstøðulyft (Deadlift): At bukka seg niður og lyfta eina tungastong vekt upp frá gólvinum – heilt upp í rættstøðu.
Hinar greinarnar hjá Føroya Styrkisambandi, vektlyfting og kúlulyfting, eru eitt sindur øðrvísi:
- Vektlyfting er at lyfta vektstong uppum høvd í rørslum, sum kallast trekk (snatch) og stoyt (Clean and Jerk). Í vektlyfting hevur styrki, men eisini fimi og teknikkur, týdning.
- Kúlulyftarar sveiggja tvær tungar kúlur, annahvørt beint upp um høvd (Snatch), ella upp um bringuna og síðani upp um høvd (Jerk). Í kúlulyfting eru fleiri endurtøkur og tað krevur teknikk og góða orka (konditión).
Sí heimasíðuna hjá Føroya Styrkisambandi, har meira fæst at vita: – Føroya Styrkisamband (fss.fo)
Her sæst almenna metyvirlitið í styrkilyfting:
Menn: Styrkilyfting – Styrkilyfting – Føroysk met (fss.fo)
Kvinnur: Styrkilyfting – Styrkilyfting – Føroysk met (fss.fo)
Tað verður spennandi í morgin
Væntandi verða fleiri met sett í morgin. Kvinnurnar stilla við sterkum feltið. Onkur teirra kemur frá aðrari ítróttargrein, og er við fyri fyrstu ferð at styrkilyfta. Tað er altíð spennandi tá ið ítróttarfólk úr øðrum ítróttargreinum halda seg framat, oftani liggur væl fyri.
Her vera sanniliga eisini sterkir menn. Til dømis, er ikki óhugsandi at onkur fer at tátta í 300kg í rættstøðulyftinum, og annað spennandi verður eisini. Tað er gleðiligt at onkrir eldri kenningar eisini eru við hesaferð, teir sokallaðu “Masters”. Hetta eru knassar, sum fyrr hava verið við í styrkilyfting og rørslumegi (Crossfit) áðrenn styrkiítrótt gjørdist almenn ítróttargrein undir ÍSF.
Styrkilyfting er er í stórari framgongd í Føroyum
Hetta er triðja almenna FM kappingin, og framgongdin er stór. Vit síggja millum 5 og 10 met í hvørjari kapping, og nýggir lyftarar leggjast støðugt afturat. Einir 40 lyftarar hava kappast higartil, og í løtuni eru uml. 45 íðkandi styrkilyftarar.
Øll eru hjartaliga vælkomin við
Styrkiítróttur er fyri øll, her er eitt stuðlandi umhvørvi og góður felagskapur. Tað er stuttligt og gott fyri kropp og sinn at venja styrki og styrkivenjing er gott grundarlag í øðrum ítrótti. Øll, sum hava hug kunnu vera við í kapping. Í felagskapinum hjálpast vit at, har hvør einstakur tekur seg fram, fyrst og fremst í kapping við seg sjálvan.
Vælkomin øll