Skip to content
Home » FM í styrkilyfting tann 22. juni

FM í styrkilyfting tann 22. juni

Tilmelding:

FM í Styrkilyfting – 22. Juni 2024 

Staðseting

Kappingin verður hildin í nýggju hølunum hjá Burn Klassik, Berjabrekka 1, tann 22. juni og byrjar klokkan 12.

Innviging

Innvigingin ferð fram á kappingarstaðnum, frá klokkan 10:00 til klokkan 11:00.

Reglugerð

Kappingin verður hildin sambert IPF reglum. 

IPF reglugerðin:

IPF-reglugerðin er dagførd ímt. krøv viðvíkjandi undirklæðum undir kappinkarbúnanum (trikotinum) undirbuksum. Tann nýggjasta reglugerðin er at lesa á síðu 13 í ensku útgávuni av reglugerðini.

Skráseting av úrslitum

Eftir kappingina verða øll úrslit skráset í úrslitaskipanina hjá Føroya Styrkisamband á vanligan hátt. Úrslitakipanin kann síggjast her: https://urslit.fss.fo/

Spurningar og samband við fyriskiparan

Hava tit spurningar ella annað í sambandi við kappingina, kunnu tit venda tykkum til ein av hesum:

Vælkomin øll somul heilsan

Et billede, der indeholder tekst

Automatisk genereret beskrivelse

www.fss.fo

fss@fss.fo