Skip to content
Home » FM í Rørslumegi – Føroya Fittasti

FM í Rørslumegi – Føroya Fittasti

Í døgunum 2. og 3. oktober verður FM í rørslumegi hildið í Tórshavn.

Talan verður um eina kapping, sum inniheldur seks minni kappingar, har íðkararnir verða royndir í ymiskum greinum so sum úthaldni, styrki, fimi v.m.

Kappingarnar verða í Svimjihøllini, á Tórsbreyt og í Tvørmegi. Hetta fyri at tryggja, at íðkarin kemur ígjøgnum allar greinarnar, sum eru partar av rørslumegi.

Rørslumegi er nýggj formlig ítróttargrein og er skipað undir Styrkisambandinum. Rørslumegi kallast Functional Fitness uttanlands, og kann samanberast við CrossFit.

Vit vóna, at so nógv koma við sum gjørligt, og tí verður samstundis skipað fyri einari toymiskapping, sum setur eitt lítið sindur lægri krøv til íðkararnar enn tann formliga FM-kappingin.

Kappingarnar verða kunngjørdar í næstum, og tilmeldingarfreistin er fríggjadagin 25. september 2026.

Fyri at luttaka í tí formligu FM-kappingini er neyðugt, at íðkarin er limur í einum felagi undir Styrkisambandinum. Tað er ikki neyðugt, at felagið hoyrur til rørslumegi.