Tann 07. feburar 2026 verða tað tvær kappingar fyriskipaðar av Styrkifelagnum Stoyt. Fyrra kappingin er FM í Olympiskari vektlyfting, og seinna kappingin er ein-dyst í styrkilyftingar rørsluni squat. Ein-dysturin er sosatt ikki ein FM kapping.
Kappast verður fyrst í Olympiskari vektlyfting, hendan kappingin byrjar væntandi kl 10:00 ella 11:00. Aftaná verður kappingin í squat hildin sama stað, hon byrjar væntandi kl 13:00 ella 14:00.
Meira og neyvari kunning kemur skjótt, og tilmeldingar skipanin kemur út heilt skjótt.
Um tit hava spurningar ella annað, eru tit vælkomin at ringja til Niels Áka Mørk á tlf +298 223336.