Um tú kundi tonkt tær at luttikið til Føroyaleikir, so hevur tú enn møguleikan at melda til.
Tað verður kappast í:
- Vektlyfting – hósdag 8 juli.
- Kúlulyft (Kettlebell) – fríggjadag 9 juli.
- Tvørmegi (Crossfit) – fríggja og leygardag 9-10 juli.
- Styrkilyfting – leygardag 10 juli.
Send ein teldupost til nielsjuelarge@icloud.com har tú upplýsur fylgjandi:
- Títt navn
- Hvat fyri grein/ir tú ynskir at luttaka í
- Tlf. nr.
- Teldupost
Tíðarfreistin fyri tilmelding er 7 juli.
Vit vilja minna á at vit hava doping eftirlit, og fylgja reglunum um antidoping hjá ÍSF.
Meira nágreiniligt kann lesast um antidoping reglarnir á https://isf.fo/antidoping/
Vit vóna at tú kemur at luttaka og vit gleða okkum til at skipa kappingarnar. Vit síggjast!