Skip to content
Home » EM Masters 2026: Barba brillierar – Katrin ger sína debut

EM Masters 2026: Barba brillierar – Katrin ger sína debut

Tvær føroyskar vektlyftarar umboðaðu Føroyar á EM Masters 2026 í belgiska Waregem, har tær báðar leveraðu góð úrslit.

Barba Jansdóttir Andreasen kappaðist í bólkinum -63 kg (35–39 ár) og endaði á einum flottum 8. plássi við einum tvídysti upp á 148 kg, býtt á 64 kg í trekk og 84 kg í vend og stoyt. Barba hevði eina góða kapping, har hon lyfti beint undir sínum besta úrsliti higartil og vísti enn einaferð, at hon hevur eitt sera støðugt høgt støði.

Í bólkinum -58 kg (35–39 ár) gjørdi Katrin Hovland Kristensen sína debut á altjóða lyftipallinum. Hon endaði á 16. plássi við einum tvídysti upp á 113 kg, eftir at hava lyft 47 kg í trekk og 66 kg í vend og stoyt.

Kappingin var serliga væleydnað hjá Katrin, sum setti persónligt met í trekk, vend og stoyt og tvídysti. Harumframt fekk hon trý nýggj føroysk met við sær heim, ein í hvørjari grein og eitt í tvídystinum.

Føroya Styrkisamband ynskir Barbu og Katrini hjartaliga tillukku við góðu úrslitunum og gleðir seg at fylgja teimum í komandi kappingum.

Úrslitini kunnu síggjast her.