Føroyska landsliðið í vektlyfting luttekur í vikuskiftinum til EM fyri smátjóðir í olympiskari vektlyfting. Kappingin verður leygardagin 14 mars í Garðabær í Íslandi.
Føroyar verða umboðaðar av trimum lyftarum. Í seniorbólkinum luttaka Barba Jansdóttir og Herborg Eyðnudóttir Justinussen, meðan Embla Bjarkhamar kappast í unglingabólkinum. Hetta verður fyrstuferð, at Embla luttekur í landsliðskapping.
Barba Jansdóttir kemur til kappingina við góðum úrslitum í skjáttuni, eftir at hon júst hevur vunnið danska meistaraheitið (DM) í sínum aldurs- og vektflokki. Herborg Eyðnudóttir Justinussen hevur eisini nógv á skránni, tí hon fer í komandi viku til Keypmannahavnar at kappast í DM fyri seniorar.
Við føroyska hópinum eru venjararnir Anna Kristina Norðberg Niclasen og Frank Petersen.
